Koppseting

Bílegg tíð til koppseting her.

Tað er ókeypis at koppseta seg, og tað stendur øllum, 5 ár og eldri, sum eru búsitandi í Føroyum, ella sum uppihalda sær í Føroyum, frítt at taka av tilboðnum. Tó er 3. prikið bert góðkent til tey, ið eru 18 ár og eldri.

Minst til:

  • Tað skulu vera minst 21 dagar millum fyrsta og annað prikið.
  • Tað skulu vera minst 140 dagar - hálvur fimti mánaðir - millum annað og triðja prikið.
  • Tað hevur týdning at halda almennu tilmælini um frástøðu og reinføri o.a. hóast ein er liðugt koppsettur. Sí video niðanfyri.

 

Koppsetingartíðir

Landssjúkrahúsið í Samkomuhøllini, Eiragarður 7:

  • Mánadag kl. 16 – 18 – tíð skal bíleggjast
  • Týsdag kl. 16 – 18 – tíð skal bíleggjast
  • Hósdag kl. 16 – 18 – tíð skal bíleggjast

Tjaldurs Apotek (5-11 ár)

  • Sí tøkar tíðir í bíleggingarskipanini

Norðoya Apotek, Klaksvíksvegi:

  • Mikudag kl. 18-20 - tíð skal bíleggjast

Eysturoyar Apotek, Mýravegur, Runavík

  • Týsdag kl. 18.15-20.00 - tíð skal bíleggjast
  • Hósdag kl 18.15-20.00 - tíð skal bíleggjast

Suðuroyar sjúkrahús

  • 24. januar kl. 15-17 - tíð skal bíleggjast

Hví skulu vit halda fast við almennu tilmælini, hóast liðugt koppsett?