At minnast til, tá tú kemur á koppsetingarstaðið
Tú hevur nú bílagt eina tíð til koronukoppseting!
At minnast til
Hent at vita, tá ið tú kemur á koppsetingarstaðið:
- Hav bíleggingarkvittanina við á fartelefon ella á pappíri
- Tak tað gula altjóða vaksinatiónskortið við, um tú hevur eitt
- Møt stundisliga
Hugsa eisini um hvørjum tú ert í. Tú fært eitt prik í armin, og best er um starvsfólkini lættliga kunnu koma framat at prika.
Vit hava gjørt ein lítlan film við góðum ráðum til tín, sum skal koppsetast. Sí filmin omanfyri.
Koppsetingarstøð
Koppsett verður á hesum støðum:
- Í Tórshavn verður koppsett á Tjaldurs Apotek, R.C. Effersøes gøta (SMS)
- Í Klaksvík verður koppsett á Norðoya Apotek, Klaksvíksvegi
- Á Tvøroyri verður koppsett á Suðuroyar Apoteki, Undir Heygnum
- Í Runavík verður koppsett á Eysturoyar Apotek, Mýravegi 6