Nýggjar mannagongdir í sambandi við koronukanningar

Mannagongdin í sambandi við koronakanningar er broytt, og sum útgangsstøði skulu vit brúka skundkanningar, tá vit kanna okkum fyri koronu.

Tá ið tú bíleggur eina kanning á korona.fo, váttar tú samstundis, at tú lýkur eina av hesum treytum:

  • Tú hevur sjúkueyðkenni
  • Tú ert tøtt kontakt hjá einum smittaðum - tað vil siga í húski saman við smittaða
  • Tú hevur fingið positivt úrslit við skundkanning, ella
  • Tú skal í viðgerð uttanlands

Tá ið tú hevur skrásett teg, fært tú boð á telduposti og telefon, sum tú skalt vísa, tá ið tú kemur á kanningarmiðstøðina.

Fyri at sleppa undan langari bíðirøð, hevur tað stóran týdning, at tú møtir stundisliga. T.v.s. ikki meira enn 5 minuttir áðrenn ásettu tíðina.

Hevur tú spurningar um koronakanning, ring so á 304545. Telefonin svarar mánadag til fríggjadag millum kl. 14 og 16.


Bílegg tíð til koronukanning

Kanningarmiðstøðir
  • Tórshavn: Sanatoriivegur 13, Hoyvík 
  • Klaksvík: Faktorsvegur 8
  • Trongisvágur: Trongisvágsvegur 20, Øravíkarlíð
Vegleiðandi upplatingartíðir

Yvirlit yvir føstu upplatingartíðirnar fyri koronukanningar sæst niðanfyri. Men fylgt verður neyvt við støðuni, og upplatingartíðirnar verða víðkaðar eftir tørvi. Møguligt er at síggja tøkar tíðir við at velja "Bílegg tíð til koronukanning" og kanningarstað.

Tórshavn: Sanatoriivegur 13, Hoyvík

  • Mánadag-fríggjadag kl. 17-19 og annars eftir tørvi
  • Leygardag og sunnudag kl. 11-12 og annars eftir tørvi

Klaksvík: Faktorsvegur 8

  • Mánadag kl. 8-12
  • Mikudag kl. 8-12
  • Fríggjadag kl. 8-12

Suðuroy: Smærugøta 11 - við Trongisvágs skúla

  • Mánadag kl. 8-10
  • Mikudag kl. 8-10
  • Fríggjadag kl. 9-12