Koppsetingin heystið og veturin 2022-23
Væntast kann, at COVID-19 broytir seg til eina árstíðarbundna smittu, sum vit t.d. kenna aftur frá beinkrími. Tað merkir, at vit mugu rokna við, at smittan kyknar upp aftur í heyst og vetur 2022/23. Tí varð farið undir at endurkoppseta fyri COVID-19 frá 1. oktober 2022.
Fylgt verður alla tíðina við gongdini, hvussu farsóttin háttar sær, og kann so statt broyta ætlanirnar, skuldi tørvur verið á tí.
Við koppseting nú í heyst vilja vit byrgja fyri álvarsomum sjúkum, innleggingum og deyða hjá teimum, sum eru í størsta vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av COVID-19: tey eldru og tey, sum tola serliga lítið av. Á tann hátt fara vit at royna at sleppa undan, at heilsuverkið verður ovbyrjað, og at serliga skerjandi avmarkingar verða settar í verk í samfelagnum. Vit kunnu vænta, at nógv verða smittað av COVID-19 bæði í heyst og vetur. Tí ræður nógv um, at fólkið minnist til tey góðu fyribyrgjandi ráðini, sum eisini byrgja fyri heilt nógvum øðrum smittandi sjúkum.
Almenn ráð um smittufyribyrging
Á hesari síðuni kanst tú lesa, hvørjum vit vænta fer at standa í boði at verða koppsett nú í heyst, og nær koppsetingin byrjar.
Fyribils eru ætlanir um, at fólk 50 ár og eldri fáa tilboð um koppseting fyri koronu í heyst – frá 1. oktober.
Framvegis verður eisini eitt tilboð til fólk yngri enn 50 ár, sum eru í vandabólki, t.d. fólk við nógv skerdari órinsverju, sum lækni hevur mett fara at fáa gagn av koppsetingini.
Tey yvir 18 ár, sum enn ikki er koppsett, hava framvegis møguleikan at verða koppsett.
Málið við koppsetingini í heyst er at byrgja fyri álvarsomum sjúkum, innleggingum og deyða. Í Føroyum fylgja vit tilmælunum frá danska heilsustýrinum, sum mælir til, at tað er hesum báðum bólkum, tað eigur at standa í boði at fáa endurkoppseting (booster-vaksination) nú í heyst.
Stóra mótstøðuføri móti koronu, sum vit hava í Føroyum fer at vikna sum frá líður. Har aftrat vænta vit, at korona er ein árstíðarbundin sjúka, sum kyknar upp aftur um heystið og veturin. Vit vænta, at ein stórur partur av fólkinum verður smittaður aftur í heyst og vetur, og vit vilja tí koppseta tey, sum eru í størri vanda fyri at fáa álvarsama sjúkugongd við COVID-19, so at tey eru vard fyri ringari sjúku, skuldu tey verið smittað.
Eftir ætlan verður farið undir koppsetingarætlanina fyri COVID-19 tann 1. oktobur 2022. Vit gera ætlan um at byrja eitt sindur fyrr á røktarheimum og millum serliga viðbrekin gomul fólk, og har verður tá byrjað um hálvan september. Vit fylgja støðugt við gongdini í umfarssjúkuni, og krevur sjúkugongdin tað, broyta vit, nær ætlanin verður sett í verk.
Tað skulu í minst lagi vera 3 mánaðir síðani seinasta prikið.
Í heyst fara fólk yngri enn 50 ár, sum eru serliga veik, at fáa tilboð um koppseting. Tað kunnu t.d. vera fólk, sum hava heilt nógv skerda órinsverju. Júst hvør, ið talan eru um í hesum bólki, verður allýst, áðrenn ætlanin verður sett í gongd. At enda verður tað ein lækni, sum metir um tørvin, ið hvør sjúklingur í sínum lagi hevur at verða koppsettur við støði í leiðreglum frá danska heilsustýrinum.
Tú fært í boði mRNA-koppingarevnið Comirnaty®, sum er einasta koppingarevnið vit hava brúkt í Føroyum higartil.
Tú kanst vera koppsett/ur á koppingarstøðunum hjá Apoteksverkinum ella hjá tínum kommunulækna.
Persónar, sum eru fevndir av tilboðnum um koppseting fyri COVID-19 í heyst, kunnu bóka sær tíð til koppseting á apotekunum ella hjá egnum kommunulækna.
- Bílegging av tíð til koppseting á apotekunum gjørt her á korona.fo.
- Bílegging av tíð til koppseting hjá egnum kommunulækna, verður gjørt við at venda sær til viðkomandi kommunulæknaviðtalu.
- Persónar, sum búgva á ellis- og røktarheimi o.l. fáa eitt serligt tilboð um koppseting á staðnum uttan bílegging.
Málið við koppsetingarætlanini nú í heyst er at byrgja fyri álvarsomum sjúkum, innleggingum og deyða. Tessvegna eru tað fólk í størsta vanda at fáa álvarsama sjúkugongd, ið fáa tilboð um endurkoppseting (booster-vaksinatión). Málið við koppsetingini er ikki at byrgja fyri koronusmittu, og tí stendur tað ikki fólkum yngri enn 50 ár í løtuni í boði at fáa endurkoppseting (booster-vaksinatión) í heyst.
Persónar yngri enn 50 ár eru sum heild ikki í serliga øktum vanda at fáa álvarsama sjúkugongd, gerast teir sjúkir av COVID -19. Har umframt eru persónar yngri enn 50 ár væl vardir fyri álvarsamari, tí at rættiliga nógv longu eru koppsett og hava áður verið smittað við COVID -19. Tí er gott mótstøðuføri í tí partinum av fólkinum.
Tað hevur stóran týdning, at fólk nú í heyst eisini minnast væl tey góðu ráðini at forða fyri smittubreiðslu og í hesum sambandi, at tey sjúku halda seg heima við hús, tíðum lufta út, halda frástøðu (t.d. í bíðiraði), bera seg sámiliga at, tá ið tú mást hosta, handreinføri og vask.
Danska Heilsustýrið mælir framvegis til, at fólk, sum als ikki eru koppsett, verða koppsett við 1. og 2. priki, sjálvt um tey eisini eru yngri enn 50 ár, tí har kann vera ein ávísur vandi fyri ringari sjúku, ert tú als ikki koppsett/ur.
Vandin fyri álvarsligari sjúkugongd av COVID -19 er størri, tess eldri tú ert, tí verða tað helst fólk frá umleið 40 árum, sum fara at fáa størsta gagn av at verða koppsett við 1. og 2. priki. Men yngri fólk kunnu eisini fáa gagn av tí, og serliga um tey hava vansar sum t.d. varandi sjúku, ovurfiti o.a.
Børn og ung fáa ógviliga sjáldan ringa sjúkugongd av COVID -19 við omikron-frábrigdinum, og tessvegna fara tilboð um koppseting við 1. og 2. priki til børn millum 5 og 17 ár ikki framhaldandi at vera eitt alment tilboð, men kann verða latið eftir ítøkiligari læknaligari meting.
Persónar eldri enn 18 ár fara eisini framvegis at hava møguleika at fáa 3. prikið.