Vegleiðing fyri varliga upplating av dagstovnum v.m.
Coronaráðgevingin hevur gjørt vegleiðing til dagstovnar, sum varisliga skulu lata upp aftur.
Dagstovnar fara frá 20. apríl 2020 varliga at lata upp aftur við teirri fortreyt, at fleiri strong verjutiltøk verða fylgd. Til tess at avmarka smittu í sambandi við eina varliga upplating av dagstovnum v.m., kunnu ein røð av tiltøkum verða sett í verk.
Í vegleiðingini frá Coronaráðgevingini verður nágreinað, hvussu arbeiðið á stovnunum skal skipast, soleiðis at smittuvandin er minst møguligur, og eisini verður greitt frá, hvørji ítøkilig fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk.
Bulurin í vegleðingini er gott reinføri, og tað er sera týdningarmikið, at bæði starvsfólk, foreldur og børn í mest møguligan mun hava gott reinføri - bæði heima og á stovninum.
Tað, sum riggar best, er, at øll fólk, sum hava sína gongd í dagstovnum, vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin, møguliga við nýtslu av handspritti aftaná eisini.
Harumframt hevur tað týdning, at starvsfólk og børn eisini fylgja almennu tilráðingunum í frítíðini. Endamálið við hesari vegleiðingini er gera greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk á stovnunum.
Eru ivamál um innihaldið í vegleiðingini, ber til at seta seg í samband við Coronaráðgevingina á telefon 304040 (coronalinjan) ella á telduposti corona@arb.fo.
Les vegleiðingina frá Coronaráðgevingini her.