Yvirlit yvir starvsfólkabólkar, sum eru fevndir av tilboðnum um koppseting fyri COVID-19 heystið og veturin 2022-23

Í hesum bólki eru starvsfólk innan heilsuøkið og umsorganarøkið, ið hava tætt samband við borgarar og sjúklingar, sum eru í serligum vanda fyri at fáa álvarsamar sjúkugongdir við COVID-19:

  • Læknar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Farmaseutar
  • Kiropraktorar
  • Tannlæknar
  • Úrspenningarpedagogar
  • Bandagistar
  • Bioanalytikarar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Ljósmøður
  • Kliniskir dietistar
  • Optometristar
  • Radiografar
  • Audiologassistentar
  • Farmakonomar
  • Fótterapeutar
  • Neurofysiologassistentar
  • Tannklinikassistentar
  • Tannrøktarar
  • Tanntøkningar
  • Ítrívsvegleiðarar
  • Pleygarar
  • Røktarheimsassistentar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Sjúkrahjálparar
  • Sálarfrøðingar
  • Læknaskrivarar
  • Portørar
  • Paramedisinarar
  • Viðgerðarar í Sjúkraflutningstænastuni
  • Atstøðingar í Sjúkraflutningstænastuni

Harumframt verður eisini mælt til at starvsfólk á almannaøkinum, eitt nú námsfrøðingar, sum hava tætt samband við fólk í vandabólki verða endurkoppsett fyri COVID-19.