275 tilburðir í gjár - íalt 34.648 tilburðir síðan 3. mars 2020
Í gjár vóru 275 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
551 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Seinastu 7 samdøgrini eru tilsamans 1.050 smittað við korona. Í løtuni eru seks persónar innlagdir við korona, harav tveir persónar innlagdir vegna korona, og 31 eru deyð við korona í Føroyum.
Nú Sjúkrahúsverkið er givið at hópkanna fyri koronu, er hetta samstundis seinasta fráboðan um smittutøl. Fyrsti staðfesti smittutilburðurin var fyri góðum tveimum árum síðan, tann 3. mars 2020.
Tilsamans vórðu 626 tilburðir staðfestir í 2020, 5.455 tilburðir í 2021 og í ár eru staðfestir heili 28.567 tilburðir við COVID-19. Smittulutfallið, tað vil siga, parturin av teimum smittaðu í mun til talið av kanningum, hevur verið høgt í januar og februar í ár. Smittulutfallið varð 14,2% í januar og 50,9% í februar.
Høga smittulutfallið gevur ábendingar um, at myrkatalið er stórt. Tað vil siga, talið av smittutilburðum, sum ikki eru staðfestir. Landslæknin metir tí, at meginparturin av fólkinum í Føroyum hevur verið smittað við Omikron frábrigdinum, sum hevur verið ráðandi frábrigdið í ár.
Landslæknin hevur framhaldandi eftirlit við støðuni, at tryggja at nýggj frábrigdi verða uppdagað skjótast gjørligt, og at halda eyga við, hvussu leingi mótstøðuføri er, eftir smittu við korona.