15. Mar

Koppsetingarnar flyta

Koronukoppsetingarnar, sum hava verið í Tórshavn og á Tvøroyri, flyta nú á Tjaldurs Apotek og á Suðuroyar apotek. Koppsett verður fyrstu ferð mánadagin 21. mars kl. 18-20.

Koppsetingin fer fram í samstarvi við Sjúkahúsverkið. Seinastu tíðina hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við Tjaldurs apotek um koppsetingina av børnum, umframt at koppsett hevur verið á Norðoya og Eysturoyar apoteki. Royndirnar eru góðar og samstarvið við Apoteksverkið hevur í allar mátar riggað væl.

Øll, ið eru 5 ár ella eldri, kunnu lata seg koppseta á nevndu koppsetingarstøðum. Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting her á korona.fo.

Sjúkrahúsverkið

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more