Soleiðis verður koronapassið dagført

Nýggjasta koppsetingin eigur at koma sjálvvirkandi í koronapassið. Ger hon ikki tað, skal tú fylgja hesi vegleiðingini:

1. Far inn á koronapassið.

2. Trýst á settings tannhjulið ovast til høgru.



3. Trýst á ”delete account”.



4. Tá tað spyr ”are you sure?” tryst so á “remove”.

5. Rita inn á koronapassið av nýggjum við at tøppa p-tal inn, vátta vístu myndina í Samleika appini, og tøppa PIN kotuna inn tvær ferðir.

Nú er koronapassið dagført og allar koppsetingar eiga at síggjast koronapassinum.

Er seinasta koppsetingin framvegis ikki sjónlig í koronapassinum, kann talan vera um ein skrásetingarfeil. Vinaliga set teg í samband við koppsetingarstaðið, at rætta feilin.