Almenn ráð at byrgja fyri smittu

Tað besta, tú kanst gera at byrgja fyri smittu, er at gera eftir okkara 6 almennu ráðum um smittuforðan og hava tey í huga í øllum, tú tekst við.

Tey 6 almennu ráðini frá heilsustýrinum um at byrgja fyri smittu

1. Lat teg koppseta

Tilráðingarnar um koppseting verða stillaðar alt eftir, hvussu farsóttin háttar sær.

Í løtuni verður mælt til at koppseta nakrar bólkar fyri COVID-19 sum verju fyri álvarsomum sjúkum og deyða. Galdandi upplýsingar og viðmæli um koppingarevni, tilboð um koppseting og móttakarabólkar fyri koppseting eru at finna her á korona.fo.

2. Ver við hús, fært tú sjúkuna

Mælt verður til sum almenn ráð at verða verandi heima, tá ið tú ert sjúk(ur) við týðiligum sjúkueyðkennum. Á tann hátt slepst undan, at vinir, kenningar og onnur verða smittað við bæði COVID-19 og øðrum smittandi sjúkum sum t.d. beinkrími. At vera við hús, hevur í hesum sambandi við sær, at tú ikki hevur tætt og drúgt samband við onnur og fert sostatt ikki til arbeiðis, frítíðarvirksemi ella sosialar fyriskipanir, og at børn fara ikki í skúla, dagtilboð o.a. Tað hevur tað serliga við sær, at tú ert ikki saman við eldri og kroniskt sjúkum, sum eru kvæmari fyri smittandi sjúkum. Ikki er neyðugt at byrgja seg fullkomiliga av heima við hús.

“Týðandi sjúkueyðkenni” eru í hesum sambandi at skilja sum eyðkenni, sum benda á stóran vanda fyri, at tú kanst smitta onnur; og snýr tað seg um COVID-19, er tað vanliga fepur, áhaldandi hosti/nos, ilt við at anda, og har tú kennir teg sjúka(n).

Tær verður ikki rátt til at verða kannað (testað) uttan so, at tú ert í øktum vanda at fáa álvarsama sjúkugongd við COVID -19. Tað kann vera, ert tú 65 ár ella eldri ella av øðrum orsøkum, ert í øktum vanda at fáa álvarsama sjúkugongd við COVID-19 – sama er galdandi, ert tú við barn. Ert tú í øktum vanda, kanst tú vera í bólkinum, sum fær skjóta viðgerð fyri COVID-19. Ert tú í øktum vanda og kennir teg sjúka/n, verður mælt til at fáa tikið eina PCR-test ella sjálvtest. Er royndin positiv, verður mælt til, at tú setur teg í samband við egnan lækna sum skjótast, tí tað er tín lækni, sum metir, um tú kanst fáa viðgerð fyri COVID-19.

3. Halt frástøðu

Tað eru ikki almennar reglur um frástøðu og avmarkað likamligt samband til tess at byrgja fyri at fáa smittu av COVID-19 ella øðrum sjúkum. Ert tú vorðin sjúk(ur) við sjúkueyðkennum fyri smittandi sjúku, verður kortini mælt til, at frástøða verður hildin við fyriliti fyri øðrum til tess at sleppa undan, at tey verða smittað, serliga snýr tað seg um eldri og fólk við varandi sjúkum. Sama er eisini galdandi, sjálvt um tað bara er talan um linlig sjúkubrøgd.

Í førum við øktum vanda fyri smittubreiðslu verður mælt til, at tú gevur tær far um, hvussu nær tú kemur at  øðrum persónum, serliga í tí almenna rúminum.

4. Lufta út  og fá nakað av  gjóstri

Útlufting byrgir fyri dropasmittu innandura.

Tá ið eitt fólk hostar ella nýsur, enda teir flestu droparnir á gólvinum. Nakrir av teim minstu dropunum, sum verða nevndir mikrodropar, hava hug at verða hangandi í luftini í  langa tíð. Tí er tað sum heild størri vandi fyri smittu innandura, og tá ið nógv fólk eru saman í langa tíð í smáum rúmum. Verður luftað út gjøgnum vindeygu og hurðar ella við luftingarskipan, minkar innihaldið av mikrodropum í luftini, og tað byrgir fyri smittubreiðslu.

Tú luftar væl og lítarliga út í bústaðnum, tá ið tú:

•     Gloppar vindeygu og hurðar soleiðis, at gjóstur verður gjøgnum bústaðin.

•     Fært gjóstur í 5 minuttir í minsta lagi 2 ferðir um dagin.

•     Eru tit fleiri fólk innandura, luftið so oftari, t.d. fyri og eftir vitjan.

•     Eru fleiri savnað í einum rúmi í langa tíð, so skulu tit lata tað gjósa eina ferð um tíman.

5. Vaska tær ofta um hendurnar ella nýt handspritt

Gott handreinføri er munagóður máti at byrgja fyri smittu, sum stavar frá sambandi millum  lutir, hendur og andlit.

Hetta verður mælt til fyri at byrgja fyri smittu við nýtslu av handreinføri:

  • Vaska tær altíð um hendurnar, tá ið tær eru týðiliga skitnar/vátar, eftir at hava verið á vesinum, eftir at hava nortið við annara útlát (t.d. við blæuskifti) og fyri og eftir at hava havt við matvørur at gera.
  • Handvask verður gjørt við vatni og sápu í ein minutt (í samanlagdari tíð!).
  • Nert bara við andlitið við reinum hondum, og vaska tær um hendurnar ella sóttreinsa hendurnar eftir at hava nortið við andlitið.
  • Hosta ella njósa í pappírslummaturriklæði ella ermu og vaska ella sóttreinsa tær um hendurnar eftir tað.
  • Tá ið tú hostar ella snýsir í hendurnar, skalt tú beinanvegin vaska ella sóttreinsa tær um hendurnar aftaná.
  • Í sambandi við sóttreinsan av hondunum verður mælt til eitt alkoholhavið (70-85 vol./vol.) evni við glyseroli (1-3%).

Minst eisini til at hjálpa børnum at fáa gott handreinføri. Sóttreinsan av hondunum verður í fyrstu atløgu ikki viðmæld til børn, men kann verða nýtt, tá ið vaksin eru har og  hjálpa til. Evni at sóttreinsa sær um hendurnar við skulu verða krógvað fyri børnum, so at tey ikki kunnu fáa tey evnini niður í seg.

6. Ger reint og vaska, serliga yvirflatar, sum nógv nerta við

Vandin fyri at fáa smittu av nerting ella neming er størstur frá yvirflatum, sum nógv onnur nerta við, t.d. handtøk, handlistar, kontaktir, trýstknappar, knappaborð, stólarmar, borðkantar, leiku, amboð, kranar, vesi o.s.fr.

Vaska tílík “nertingarstøð” ofta og væl við vanligum vaskievnum og møguliga eisini sóttreinsandi evni.