Sjúkueyðkenni

27. februar 2022

Tú fært sjúkueyðkenni millum ein og 7 dagar eftir, at tú ert smittað/ur. Tey flestu fáa sjúkueyðkenni eftir tveimum til fýra døgum.

Vanlig sjúkueyðkenni

Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Tú kanst fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. Tað kann av somu orsøk vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og COVID-19, og tú hevur vanliga ikki brúk fyri læknahjálp, tá ið sjúkan er á hesum støðinum.

Summi fáa hinvegin sterkari sjúkueyðkenni. Eftir fýra til sjey dagar verður hostin verri, fepurin verður hægri, og tú kanst vera tung/ur fyri ondini. Summi fáa so ringan lungnabruna, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

Tey vanligu sjúkueyðkennini eru hesi:

  • Turran hosta
  • Hosta við slími
  • Fepur
  • Kuldakenska ella kuldaskjálvti
  • Høvuðpínu
  • Mistan luktsans
  • Mistan smakksans
  • Tipta ella rennandi nøs
  • Møði
  • Vødda og/ella lið pínu/pínu í kroppinum

Kennir tú teg álvarsliga sjúkan, ring so til kommunulæknan beinanvegin. Uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar eigur tú at ringja á 1870. Tað er sera umráðandi, at tú ringir og ikki bara møtir upp hjá lækna.

Sjúkugongd

Tað er ymiskt, hvussu leingi tú hevur sjúkueyðkenni. Hjá teimum, sum fáa milda krímsjúku, hvørva sjúkueyðkennini vanliga eftir tveir til seks dagar, meðan onnur hava sjúkueyðkenni í longri tíð.

Í heimshøpi higartil hevur meginparturin av teimum smittaðu fingið milda krímsjúku, meðan lutvíst fá fólk eru vorðin so álvarsama sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

Hvussu smittar COVID-19?

Virusið smittar millum persónar við dropum. Dropar breiða seg góðar tveir metrar í luftini, tá ið tú hostar ella nýsir, áðrenn teir fella til jarðar. Virusið verður sostatt verandi í luftini. Virusið smittar einans gjøgnum slímhinnuna, vanliga í nøsini, munninum og eygunum.

Tú verður smittað/ur, um tú stendur nær við ein persón, sum letur dropar, t.d. við at klemma teg, hosta ella njósa, og droparnir enda í slímhinnuni í nøsini, eygunum ella munninum. Tú kann eisini verða smittað/ur, um tú nertur við okkurt, har dropar eru á, og tú síðan nertur við nøsina, eyguni ella munnin.

Eri eg í vandabólki?

Tey, sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað og at gerast alvorliga sjúk av COVID-19, eru:

  • Eldri, serstakliga eldri yvir 80 ár
  • Persónar við kroniskum sjúkum
  • Persónar við hjartaæðrasjúkum (ikki galdandi fyri væl viðgjørt høgt blóðtrýst)
  • Persónar við kroniskari lungnasjúku (ikki galdandi fyri væl viðgjørt astma (brósttrongd))
  • Persónar við lægri immunverju (viðføtt ella orsakað av heilivági ella sjúku, sum lækkar immunverjuna, t.d. AIDS)
  • Persónar við diabetes1 og 2
  • Persónar við krabbamein
  • Børn við kroniskum sjúkum
  • Barnakonur (fyri at verða varin)
     
Eg eri í vandabólki, skal eg ella mítt húski taka serlig atlit?

Ja. Ikki fara har, sum nógv fólk eru savnað. Halt serliga gott handreinføri. Umhugsa at brúka handskar, tá ið tú fert út. Fylg annars ráðunum um reinføri í sambandi við covid-19:

  • Vaska tær væl og ofta um hendurnar
  • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss
  • Halt eyga við reinføri bæði heima og til arbeiðis
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast
  • Kennir tú teg sjúka ella hevur sjúkueyðkenni, verð so heima, soleiðis at tú ikki smittar nakran

 

Er Covid-19 ikki bara tað sama sum influensa?

At síggja til fáa tey flestu fólkini, sum eru ung og frísk, mild sjúkueyðkenni. Á tann hátt minnir COVID-19 um vanliga krímsjúku, men nakrir greiðir munir eru kortini á COVID-19 og vanligum krímsjúkum. Tað er eisini hetta, sum ger, at almennir myndugleikar handfara støðuna munandi øðrvísi.

Við øðrum krímsjúkum er ein partur av fólkunum vanliga mótstøðuførur, tí tey hava fingið koppingarevni ella eru smittað av líknandi krímsjúkum fyrr. COVID-19 er hinvegin ein nýggj virus, sum øll kunnu fáa, tí teirra immunskipan hevur ikki havt samband við líknandi virus fyrr. Tað inniber, at nógv kunnu verða sjúk samstundis, og tað kann seta heilsuverkið undir sera stórt trýst.

Landslæknin mælir til, at øll, eisini ung og frísk fólk, fylgja almennu tilmælunum fyri at verja fólk við veikari heilstøðu.