GEVIÐ GÆTUR!

Bókingarskipanin hjá Apoteksverkinum er óvirkin beint nú. Til ber at ringja til Apoteksverkið 404040 ella skriva á koppseting@apotek.fo fyri at bíleggja tíð.

 

Koppseting

  • Grundkoppseting (tvey prik): Tað skulu vera millum 21-42 dagar millum fyrsta og annað prikið.
  • Endurkoppseting (øll eftirfylgjandi prik): Tað skulu vera minst 3 mánaðir síðan seinasta prikið.

Tey, sum eru í serligum vandabólki: Grundkoppseting er hjá hesum eru 3 prik, tað skulu vera millum 21-42 millum fyrsta og annað prikið. Triðaprikið skal vera í fyrsta lagi 28 dagar eftir annað prik.

Ert tú í iva, um tú ert í serligum vandanbólki, verður mælt til, at fáa nærri vegleiðing frá egnum lækna.

Koppsetingarstøð

Gevið gætur!

Tíð til koppseting skal bíleggjast, um annað ikki er fráboðað.

Bílegg tíð til koppseting hjá Apoteksverkinum ella við at seta teg í samband við tína kommunulæknaviðtalu.

Apoteksverkið

Tíðir verða lagdar út so hvørt og síggjast í bókingarskipanini.

  • Tjaldurs Apotek, R.C. Effersøes gøta (SMS), Tórshavn
  • Norðoya Apotek, Klaksvíksvegi, Klaksvík
  • Eysturoyar Apotek, Mýravegur, Runavík
  • Suðuroyar Apotek, Undir Heygnum, Tvøroyri

Kommunulæknar

Her finnur tú kommunulæknar í Føroyum: