Avbyrging, sóttarhald og heimauppihald

Avbyrging, sóttarhald og heimauppihald eru trý ymisk hugtøk, sum tú skal fyrihalda teg til, um:

  • Tú hevur fingið staðfest coronavirus
  • Tú hevur havt beinleiðis samband við persón, sum hevur coronavirus, ella
  • Tú ert nýliga komin aftur til Føroya úr einum "COVID-19 risikoland"
Avbyrging - tú hevur fingið staðfest COVID-19

Ert tú smittað/ur við coronavirus, so skalt tú vera avbyrgd/ur frá øðrum í minsta lagi 10 dagar, so onnur ikki verða smittað. Landslæknin setir seg í samband við teg.

At avbyrga seg vil siga, at:

  • Tú avbyrgir teg frá øðrum heima við hús
  • Tú fert ikki til arbeiðis, ørindi ella av matrikklinum, har tú ert avbyrgd/-ur
  • Tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki tey, tú býrt saman við

Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús e.l. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Læknin skal staðfesta, um tú er frísk/ur. Tá ið tú er frísk/ur, kanst tú aftur ferðast frítt í samfelagnum. 

Sóttarhald – tú hevur havt beinleiðis samband við persón, ið hevur COVID-19

Hevur tú havt beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest coronavirus, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald í 10 dagar frá seinast tú hevði samband við tann smittaða. Landslæknin setir seg í samband við teg.

At vera í sóttarhaldi merkir, at tú skalt vera avbyrgd/ur frá øðrum, so onnur ikki verða smittað.

  • Tú kanst vera heima í sóttarhaldi og hini í húskinum kunnu liva sum vant. Tó skalt tú royna at halda so góða frástøðu og reinføri sum gjørligt.
  • Tú fert ikki til arbeiðis ella ørindi.
  • Tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk.
  • Tú kanst fara túr í egnum bili og vera út í náttúruni, har onnur ikki eru.

Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú letur teg kanna beinanvegin umframt á 4. og 6. degi frá tí, at tú vart útsett/ur fyri smittu. Eisini verður mælt til, at tú letur teg kanna á 10. degi áðrenn tú fert úr sóttarhaldinum.  

Tú skalt vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. og lata teg kanna skjótast gjørligt.

Ert tú liðugt koppsett/ur, og tað eru gingnir 8 dagar síðani tú fekst seinna prikið, er ikki neyðugt at fara í sóttarhald. Tó verður mælt til, at tú letur teg kanna á 4. og 6. degi frá tí, at tú vart útsett/ur fyri smittu. Eisini verður mælt til, at tú vísir varsemi hesar dagarnar.

Hevur tú verið smittaður við koronu fyri minni enn 1/2 ári síðan,er ikki neyðugt at fara í sóttarhald. Tú verður heldur ikki biðin um at lata teg kanna.

Heimauppihald – tú ert nýliga komin til Føroya úr einum landi við høgum smittutrýsti

Kemur tú frá einum landi við høgum smittutrýsti, sí her "COVID-19 risikoland", eigur tú at fara í 10 daga heimauppihald. Hetta heimauppihald kann styttast, um tú hevur eina negativa PCR-kanning, sum er tikin í minsta lagi 4 dagar eftir komu til Føroya.

Avmarkingarnar snúgva seg um at halda seg frá størri mannfjøldum, har smittan skjótt kann nørast. Hetta kann vera føðingardøgum, veitslum, náttarlívinum, kirkjum og samkomum og størri ítrótta- og tónleikatiltøkum.

Minst til eisini at halda frástøðutilmælini og hava gott reinføri, eisini tá tú ert heima við familjuni.

Halt serliga eyga við, um tú fært sjúkueyðkenni. Fært tú sjúkueyðkenni, skalt tú avbyrgja teg og lata teg kanna skjótast gjørligt.

Um tú ert liðugt koppsett/ur ella hevur havt covid-19, er framvegis galdandi, at tú letur teg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroyar og tveir dagar eftir komu til Føroyar.

Hevur tú verið smittaður við koronu, verður tú biðin um at vísa váttan fyri nær tú vart smitta-/ur. Hevur tú havt koronu fyri minni enn 1/2 ári síðan, verður tú ikki biðin um at lata teg kanna.

Spurningar & svar

Hvør skal í sóttarhald?

Landslæknin áleggur øllum, sum fáa staðfest covid-19, at fara í avbyrgt sóttarhald í 10 dagar eftir tú fekk staðfest smittu. Hevur tú ikki havt smittueyðkenni í minst 48 tímar ert tú leysur av sóttarhaldinum eftir 10 dagar (á 11. degi).

Hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest koronavirus:

  • Ert tú koppsettur – skal tú ikki í sóttarhald, men lata teg kanna á 4. og 6. degi.
  • Hevur havt koronu innanfyri ½ ár  - skal tú ikki í sóttarhald og heldur ikki lata teg kanna.
  • Hevur tú havt koronu fyri meira enn 6 mánaðum  síðan – verður mælt til kanning á 4. og 6. degi eftir at tú hevur verið útsettur fyri smittu.
  • Ert tú ikki koppsettur/ikki verið smittaður - skal tú í sóttarhald í 10 dagar. Mælt verður til, at tú letur teg  kanna á 4. degi og 6 degi. Negativ kanning loysir teg tó ikki úr sóttarhaldi.
Hvussu skulu dagarnir í sóttarhaldi teljast?

Um tú hevur verið í samband við ein, sum er smittaður, skulu dagarnir teljast frá tí degi, at tú vart saman við viðkomandi.

Hetta skalt tú, sjálvt um ein kanning mitt í tíðarskeiðinum staðfestur at tú ert negativ/ur. Orsøkin er, at tað kunnu ganga upp til tvær vikur, til sjúkan brýtur út.

Nær og hvussu verið eg loyst/ur úr sóttarhaldi?

Um tú hevur fingið staðfest covid-19 og verið avbyrgd/-ur: 

  • Í fyrsta lagi á 11. degi umframt 48 tímar uttan sjúkutekin verður tú loyst/ur úr sóttarhaldi ella eftir nærri avtalu við Landslæknan ella sóttarhaldstoymið.

Um tú hevur verið í beinleiðis samband við smittaðan persón og hevur verið í sóttarhaldi:

  • Hevur tú havt beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest coronavirus, skalt tú í sóttarhald í 10 dagar.
  • Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 4. og 6. degi. Ein negativ kanning loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum.
Avbyrging – tú hevur verið í sambandi við landslæknan og fingið staðfest coronavirus

Ert tú smittað/ur við coronavirus, so skal tú vera abyrgd/ur frá øðrum, so onnur ikki verða smittað.

Tað vil siga, at:

  • Tú avbyrgir teg frá øðrum heima við hús. Tú fert ikki til arbeiðis, og tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk – helst heldur ikki tey, tú býrt saman við (hava tit møguleika at halda frástøðu heima).
  • Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Annars er tað Landslæknin, sum tekur avgerð í hvørjum einstøkum føri.

Sóttarhald – tú hevur havt beinleiðis samband við persón, ið hevur coronavirus og hevur verið í samb

Hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest koronavirus

  • Ert tú koppsettur – skal tú ikki í sóttarhald, men lata teg kanna á 4. og 6. degi.
  • Hevur havt koronu innanfyri ½ ár  - skal tú ikki í sóttarhald og heldur ikki lata teg kanna.
  • Hevur tú havt koronu fyri meira enn 6 mánaðir síðan – verður mælt til kanning á 4. og 6. degi eftir at tú hevur verið útsettur fyri smittu.
  • Ert tú ikki koppsettur - skal tú í sóttarhald í 10 dagar. Mælt verður til, at tú letur teg  kanna á 4. og 6. degi. Negativ kanning loysir teg tó ikki úr sóttarhaldi.
Heimauppihald – tú ert júst komin til Føroya úr einum landi við høgum smittutrýsti, tú eigur at fara

At vera í heimauppihaldi merkir, at:

  • Tú ert heima við hús og kanst vera saman við familjuni og/ella húskinum.
  • Tú fært ikki vitjan.
  • Skalt tú arbeiða, skal tað gerast heimanifrá.
  • Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru.
  • Halt teg frá øðrum.
  • Minst til eisini at halda frástøðu og hava gott reinføri, tá tú ert heima við familjuni og/ella húskinum.
Kann eg fara út, um eg eri í sóttarhaldi (avbyrging, sóttarhald, heimauppihald)?

Tey, sum eru sjúk (avbyrging) mugu ikki fara av egnum matrikkuli. Tað merkir, at tú ikki kanst fara út at ganga túr, renna ella fara til handils. 

Tey, sum hava havt beinleiðis samband við ein smittaðan og tí eru í sóttarhaldi, kunnu fara ein biltúr og/ella ein gongutúr, har eingin onnur fólk eru. Tað er sera týdningarmikið, at hesi ikki koma í samband við onnur fólk.

Ert tú nýliga komin til Føroya úr einum landi við høgum smittutrýsti (heimauppihald), eigur tú eisini at halda teg heima, men tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru.