Avmarkingar fara úr gildi

Seinastu tilmælini um koronaavmarkingar verða tikin av í dag, 28. februar 2022. Hetta merkir, at tað ikki longur verður mælt til at lata seg kanna fyri korona ella at fara í sóttarhald.

Hóast smittan framvegis ger um seg í samfelagnum og sjúklingar eru innlagdir í sjúkrahúsverkinum, so verður mett at týdningarmiklir stovnar í samfelagnum framhaldandi eru førir fyri at hava vanligt virksemi, nú øll smittuavmarkandi tiltøk verða tikin av.

Frameftir skulu vit síggja koronasmittuna sum eina sjúku vit mugu liva við, eins og vit gera við flestu øðrum sjúkum.

Koronakanningar – ikki eitt alment tilboð

Tað verður ikki longur eitt ókeypis alment tilboð at lata seg kanna fyri korona. Frá 1. mars 2022 er ikki møguligt at bíleggja tíð til kanning fyri COVID-19 í Sjúkrahúsverkinum.

(Tey, sum framyvir skulu lata seg kanna fyri korona í sjúkrahúsverkinum, fáa boð um tað frá avvarðandi lækna ella heilsustarvsfólki).

Tey, sum skulu hava eina PCR-kanning av øðrum orsøkum, t.d. í sambandi við feriu ella arbeiðsørindum uttanlands, skulu venda sær til privata kanningarstovu.

Sóttarhald – er ikki eitt tilmæli longur

Tað er ikki longur eitt tilmæli til fólk, sum eru smittað við korona, at fara í sóttarhald. Tað er upp til hvønn einstakan at meta um vandi er fyri at smitta onnur. Frástøða og reinføri er besta verja móti smittu.

Ferðandi til Føroya

Ongar avmarkingar eru til ferðandi úr Danmark til Føroya.

Ferðandi aðrastaðni frá enn Danmark, eru fevnd av somu reglum sum eru galdandi fyri ferðandi til Danmarkar. Seinastu donsku ferðavegleiðingarnar kunnu lesast her.

Ferðandi úr Føroyum

Mælt verður til at ferðandi til onnur lond, at venda sær til lokalu myndugleikarnar viðvíkjandi upplýsingum, krøvum, reglum v.m. í sambandi við innferð. Nýggjastu donsku ferðavegleiðingarnar kunnu lesast her.